Arrangement |
|||||
Navn | Hvølpavenjing Tórshavn | ||||
Type | Hvalpemotivation | ||||
Arrangør | Dansk Kennel Klub Kreds 12 | ||||
Tidspunkt | 15.01.2023 kl 13 - 26.02.2023 kl 14 | ||||
Tilmeldingsfrist | 11.01.2023 kl 15:00 | ||||
Deltagelse kræver ikke medlemskab | |||||
Sted |
Tórshavn/Hoyvík
|
||||
Telefon | 288079 | ||||
huffdkk@gmail.com | |||||
Beskrivelse | Á hvølpamotivantiónsskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut sum fyrimynd og at menna álitið ímillum teg og hundin.
Skeiðið er áleið 45 min til 1 tíma hvørja ferð. Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin praktiskur har tú millum annað venur hetta saman við hvølpinum: Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er í nær og fjarumhvørvinum Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk Innkall og venjingar har vit handfara hundin - hvølpurin lærir at koma, at sita, at standa og at liggja róliga. Samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til venjingar, sum fyrimynd í gerandisdegnum. At ganga pent í reim - hvølpurin verður motiveraður til at fylgja eigara sínum har reimin hongur leys. Leita - hvølpar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hvølpin at brúka sína nøs til spennandi venjingar og á ein áhugaverdan hátt. Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan Hvølpurin skal vera minimum 8 vikur, koppsettur og ormaviðgjørdur. Eisini skal hann vera ábyrgdartryggjaður um hann er eldri enn 4 mdr, trygging kann ikki teknast fyrenn hvølpurin er 4 mdr. |
||||
Mødetid/sted | Fyrstuferð vit hittast er hósdagin 12.01.23 kl 18 tað er til teori uttan hund.
Vit venja sunnudagar kl 13, fyrstu ferð 15.01.23. Tit fáa ein teldupost, tá freistin at melda til er úti. Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum. Tit fáa e-post tá freistin at melda til er farin. Tilmelding er bindandi. |
||||
Pris |
|
||||