Arrangement

Navn Hvølpavenjing Klaksvík
Type Hvalpemotivation
Arrangør Dansk Kennel Klub Kreds 12
Tidspunkt 28.04.2022 kl 19 - 30.06.2022 kl 20
Tilmeldingsfrist 22.04.2022 kl 13:00
  Deltagelse kræver ikke medlemskab
   
Sted Klaksvík

Telefon 265507
E-mail huffdkk@gmail.com
   
Beskrivelse Á hvølpamotivantiónsskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut sum fyrimynd og at menna álitið ímillum teg og hundin.
Skeiðið er áleið 1 til 1,5 tíma hvørja ferð og er íalt áleið 10 tímar. Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin praktiskur, har tú millum annað venur hetta saman við hvølpinum:

Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er í nær og fjarumhvørvinum
Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk
Innkall og venjingar har vit handfara hundin.
Samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til venjingar, sum fyrimynd í gerandisdegnum.
At ganga pent í reim - hvølpurin verður motiveraður til at fylgja eigara sínum har reimin hongur leys.
Leita - hvølpar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hvølpin at brúka sína nøs til spennandi venjingar og á ein áhugaverdan hátt.

Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan

Hvølpurin skal vera koppsettur, ormaviðgjørdur og ábyrgdartryggaður (trygging um hann er eldri enn 4 mdr)
   
Mødetid/sted Vit venja hósdagar kl 19.
Tit fáa ein e-mail, tá freistin at melda til er farin.
   
   
Pris
Tilmeldingsgebyr Pris 800 kr, Medlemspris 500 kr