Arrangement

Navn Hvølpa og unghundavenjing í Vágum
Type Hvalpemotivation
Arrangør Dansk Kennel Klub Kreds 12
Tidspunkt 17.05.2023 kl 19 - 02.07.2023 kl 17
Tilmeldingsfrist 15.05.2023 kl 19:00
  Deltagelse kræver ikke medlemskab
   
Sted Miðvágur

Telefon 267919
E-mail huffdkk@gmail.com
   
Beskrivelse Á hvølpa og unghundaskeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub kreds 12, læra tú og hvølpurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut sum fyrimynd og at menna álitið ímillum teg og hundin.

Skeiðið er áleið 1 til 1,5 tíma hvørja ferð. Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin praktiskur har tú millum annað venur hetta saman við hvølpinum:
Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er í nær og fjarumhvørvinum

Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk

Innkall og venjingar har vit handfara hundin - hvølpurin lærir at koma, at sita, at standa og at liggja róliga.

Samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til venjingar, sum fyrimynd í gerandisdegnum.
At ganga pent í reim - hvølpurin verður motiveraður til at fylgja eigara sínum har reimin hongur leys.

Leita - hvølpar hava eina náttúrliga góða nøs og hava stóran tørv á at brúka hana. Tískil venja vit hvølpin at brúka sína nøs til spennandi venjingar og á ein áhugaverdan hátt.

Vit fara eisini at umráða hvussu ein fær hvølpin reinligan

Hvølpurin skal vera minimum 8 vikur, koppsettur og ormaviðgjørdur.
Eisini skal hann vera ábyrgdartryggjaður, tó kann trygging ikki teknast fyrenn hvølpurin er 4 mdr.
   
Mødetid/sted Fyrstuferð vit hittast er mikudagin 17.05.2023 kl 19, tað er til teori uttan hund.
Vit venja sunnudagar kl 16, fyrstuferð 21.05.2023.

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
Tit fáa e-post tá freistin at melda til er farin.
Tilmelding er bindandi.
   
   
Pris
Tilmeldingsgebyr Pris 800 kr, Medlemspris 500 kr