Arrangement

Navn Gerandisvenjing Klaksvík
Type Familiehundetræning
Arrangør Dansk Kennel Klub Kreds 12
Tidspunkt 30.05.2023 kl 19 - 04.07.2023 kl 20
Tilmeldingsfrist 28.05.2023 kl 19:00
  Deltagelse kræver ikke medlemskab
   
Sted Klaksvík

Telefon 288079
E-mail huffdkk@gmail.com
   
Beskrivelse Er hundurin hjá tær ov gamal til vanliga hvølpavenjing, so er hetta nakað fyri tykkum.

Á skeiðnum hjá HUFF, Dansk Kennel Klub kreds 12, læra tú og hundurin at venja soleiðis at hundurin varðveitir sín hug at læra og venja. Hetta á ein jaligan hátt og á ein hátt har, ið hundurin sjálvur má hugsa og taka støðu. Endamálið við hesum er, at styrkja tín leiklut sum fyrimynd og at menna álitið ímillum teg og hundin.

Skeiðið er áleið 1 til 1,5 tíma hvørja ferð og er íalt 6 ferðir við teori. Umframt tann teoretiska partin er størsti parturin praktiskur har tú millum annað venur hetta saman við hundinum:
Tilvenjing av umhvørvinum - ljóð, ferðsla, trappir o.a í er í nær og fjarumhvørvinum

Sosial samverða - skilagóða samverðu við hundar og fólk

Innkall og venjingar har vit handfara hundin - hundurin lærir at koma, at sita, at standa og at liggja róliga.

Samskiftis venjingar - har eigarin fær hugskot til venjingar, sum fyrimynd í gerandisdegnum.
At ganga pent í reim - hundurin verður motiveraður til at fylgja eigara sínum har reimin hongur leys.

Hundurin skal vera koppsettur og ormaviðgjørdur.
Eisini skal hann vera ábyrgdartryggjaður.
   
Mødetid/sted Fyrstuferð vit hittast er týsdag 30.05.23 kl 19, tað er til teori uttan hund.
Vit venja týsdagar kl 19, fyrstu ferð 06.06.23

Fyrivarni verður tikið fyri møguligum broytingum.
Tit fáa e-post tá freistin at melda til er farin.
   
   
Pris
Tilmeldingsgebyr Pris 600 kr, Medlemspris 400 kr