Information om Arrangement

Eygnakanning

Type Diverse
Arrangør Dansk Kennel Klub Kreds 12
Tidspunkt
10.09.2022 kl 09:00 - 11.09.2022 kl 18:00
Tilmeldingfrist
09.09.2022 kl 23:59
Deltagelse kræver ikke medlemskab
Sted
Tórshavn
  Tórshavn
  
Telefon 288079
E-mailHuffdkk@gmail.com
Beskrivelse
Eygnakanning
Í vikuskiftinum 10-11 septembur kemur Susanne Kaarsholm til Føroya at gera eygnakanningar. Djóralæknarnir í Føroyum fáa ikki gjørt hesa kanning, tí djóralæknin skal hava sergrein innan eygu. Hetta er tí ein gyltur møguleiki at fáa kannað eyguni á hundinum, um tú ætlar at ala.
Nógvar eygnasjúkur eru arvaligar, og tí er umráandi at fáa eyguni kannaði. Summar rasur eru meira útsettar enn aðrar, hetta hevur við sær, at onkrar rasur hava eygnakanning sum krav áðrenn aling, og aðrar rasur hava tað sum tilmæli. Ivast tú í tíni rasu, kanst tú lesa um krøvini/tilmælini til tína rasu á hundeweb.dk
Um tær tørvar hjálp, so skriva endiliga eini boð.
Hundar sum eru skrásettir í ISDS, kunnu taka blóðroynd/DNA fyri CEA, men Border Collie hevur eisini aðrar eygnasjúkur at dragast við, tær síggjast ikki í eini blóðroynd/DNA og vísa seg ikki frá hvølpi, men tær kunnu síggjast saman við CEA við eygnakanning. So kanningin er heilt sikkurt eisini áhugaverd fyri Border Collie.
Allir hundar kunnu luttaka. (Tó skulu teir flestu vera yvir 12 mdr, um attestin skal skrásetast hjá eitt nú DKK)

Hevur man ein hund við DKK ættartalvu, so skal man sjálvur inn á www.hundeweb.dk at keypa eina “rekvisition”, tað kann tó ikki gerast áðrenn tit hava fingið boð um, hvørt tit sleppa til 10. ella 11. Septembur. Vit hjálpa fegin við hesum, um tørvur er á tí.
Mødetid/sted
Tit fáa ein mail tá freistin at melda til er farin, har fáa tit boð um hvar og nær tit skulu møta.
Man skal skráseta ein brúkara fyri at kunna tilmelda, hetta er ókeypis. Eydnast tað ikki, so skriva eini boð til Huff, so hjálpa vit tykkum.
Pris
Tilmeldingsgebyr Pris 800 kr